Avgreiðslugjaldið fyri fiskiloyvi hækkar 300 kr.

Avgreiðslugjaldið fyri fiskiloyvi hækkar 300 kr.
Avgreiðslugjaldið fyri avhendaðar fiskidagar og kvotur fer úr 800 upp í 2.725 kr.
Avgreiðslugjaldið fyri fiskiloyvi hevur verið 500 kr. síðani 2008. Á nýggjárinum hækkar tað upp í 800 kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2025 - 15:25

Avgreiðslugjaldið fyri fiskiloyvi fer úr 500 krónum upp í 800 krónur á nýggjárinum.

Kunngerð er komin um tað.

Avgreiðslugjaldið hevur verið 500 kr. síðani 2008.

Tann, sum eigur fiskifar, skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja váttan um avhendaðar fiskidagar og kvotur.

Tað avgreiðslugjaldið fer upp í 2.725 kr. fyri hvørja váttan. Tað er nú 800 kr. fyri hvørja avhending. 

Tann, sum avhendað verður til, skal gjalda.

Reiðarar skula vátta, at fiskur, sum skal útflytast, er lógliga fiskaður.

Tað avgreiðslugjaldið er 250 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525