Tomahawk-rakettir til Ukraina

Tomahawk-rakettir til Ukraina
Ukrainski forsetin hevur biðið USA um at selja evropeiskum londum slíkar rakettir, sum síðani kunnu flytast víðari til Ukraina
J.D. Vance er varaforseti í USA
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.09.2025 - 08:30

USA umhugsar at lata Ukraina Tomahawk-rakettir til at berjast ímóti russisku innrásini. 

Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, við Fox News.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur biðið USA um at selja Tomahawk-rakettir til evropeisk lond, sum so skulu flytast víðari til Ukraina.

J.D. Vance sigur tó, at tað er Donald Trump, forseti, sum endaliga skal góðkenna eina slíka avtalu.

Tomahawk-rakettirnar røkka 2.500 kilometrar, og kunnu tí raka mál langt inni í Russlandi.

Trump hevur áður noktað umbønum úr Ukraina um langtrøkkandi rakettir, men seinastu tíðina hevur hann verið ørkymlaður av, at Vladimir Putin sýtir fyri at gera friðaravtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739
Mánadag 10. november
Veðrið
199720
Mánadag 10. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199698
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672