Stjórnarflokkurin í Moldova hevur vunnið valið

Stjórnarflokkurin í Moldova hevur vunnið valið
Flokkurin fer væntandi at fáa umleið 50 prosent av atkvøðunum
Maia Sandu, forseti í Moldova, á vali í gjár.
Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.09.2025 - 08:02

Maia Sandu, forseti í Moldova, og ES-sinnaði stjórnarflokkur hennara, PAS, hava vunnið valið í landinum. 

Flokkurin fer væntandi at fáa umleið 50 prosent av atkvøðunum, skrivar AFP.

Nú 99,5 prosentum av atkvøðunum eru tald upp,  hava russisktsinnaðu flokkarnir fingið 24 prosentum av atkvøðunum.

Tað merkir, at Moldova framvegis hevur kós til at gerast partur av ES eftir úrslitið í gjárkvøldið. 

Ætlanin at gerast limur í ES kom eftir russisku innrásina í Ukraina, og Moldova hevur sum mál at gerast limur í ES í 2028.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. november
Góðan morgun Føroyar
199750
Týsdag 11. november
Morgunlestur týsdagur 11.november 2025
199678
Mánadag 10. november
Vælkomin í Betri deildina SKÁLA og AB
199700
Mánadag 10. november
Morgunlestur mánadagur 10.november 2025
199677
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739
Mánadag 10. november
Veðrið
199720
Mánadag 10. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199698
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672