- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis skulu heilsumiðstøðir innrættast

Uppskot er nú gjørt um, hvussu heilsumiðstøðirnar skulu innrættast.
Uppskotið um kunngerð er um støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv og annað í heilsumiðstøðum.
Tað byggir á nýggju kommunulæknalógina, ella á lógina um at "skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá fólki," sum hon eitur.
Uppskotið um kunngerð er í fýra pørtum.
Atkomuviðurskifti
Ein er um yvirskipaðar ásetingar, ein um atkomuviðurskifti og uttandura karmar, ein um karmarnar innandura í heilsumiðstøðunum og ein partur er um viðlíkahald og rakstur.
Saman við kunngerðini eru skjøl, sum áseta, hvat skal vera í heilsumiðstøðunum.
Tað eru innbúgv, sum kommunan útvegar, tól og amboð, sum Heilsutrygd útvegar, og tól og amboð, sum Heilsutrygd útvegar til læknavaktina.



























