- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áron Vest tekur seg úr Sambandsflokkinum

Valevnið hjá Sambandsflokkinum á seinasta løgtingsvali, Áron Vest, boðar nú alment frá, at hann meldar seg úr flokkinum.
Í lesarabrævi í Norðlýsinum takkar hann fyri seg og sigur, at hann vil ikki longur vera skrásettur limur og heldur ikki á nakran hátt at hava nakað við flokkin at gera frameftir.
- Eg kenni meg ikki heima í einum flokki, sum eftir mínari fatan fer so lætt um málið viðvíkjandi fríari fosturtøku.
- Mín samvitska er bundin at Guds Orði, og tí kann eg ikki longur, við reinari samvitsku, vera limur í einum flokki, sum stendur sum uppskotsstillari til eitt slíkt vanlukkumál, sum frí fosturtøka er.
- Eg haldi, at vit trúgvandi, konservativu sambandsfólk, hava latið okkum trýst til tøgn, ístaðin fyri at standa fast við okkara grundleggjandi virðir og sannleika.Tað vil eg ikki finna meg í longur.
Á seinasta løgtingsvali, sum var í 2022, fekk Áron Vest 134 atkvøður, og hann fekk 113 atkvøður á kommunuvalinum í Klaksvík í 2024.
Hoyr samrøðubrot við Áron Vest her:



























