Eggja innløgdum sjúklingum at røra seg meira

Eggja innløgdum sjúklingum at røra seg meira
Nú verður kannað, um tøkni kann fáa sjúklingar á sjúkrahúsi at blíva meira kropsliga virknar
 
22.09.2025 - 11:02

Kann tøkni viðvirka til at innlagdir sjúklingar gerast meira kropsliga virknir?

Tað verður í løtuni kannað á Landssjúkrahúsinum.

- Mann veit, at sjúklingar, sum verða innlagdir, og sum annars ikki feila nakað kroppsliga sum til dømis beinbrot ella heilabløðing, verða lagdir í eina song, og har verða teir liggjandi. Og hetta kann vera vandamikið fyri sjúklingarnar, tí teir blíva ofta verri fyri av ikki at røra seg, sigur Durita Viderø Gunnarsson, sum er fysioterapeutur og P.hD-lesandi og  knýtt at Heilsugranskingareindini í sjúkrahúsverkinum.

Síðani tíðliga í vár hevur Durita Viderø Gunnarsson granskað í týdninginum av, at innlagdir sjúklingar røra seg meira.

- Kanningar vísa, at innlagdir sjúklingar liggja í songini í upp til 23 tímar um døgnið, og tá er mann í øktum vanda at fáa eitt nú blóðtøppar, lungnabruna, vøddarnir vikna, balansan versnar, kognitivir førleikar versna og so framvegis, greiðir Durita Viderø Gunnarsson frá.

Í sambandi við árligu Vísindavøkuna, sum er fríggjadagin, setir morgunsendingin hesa vikuna sjóneykuna á ymiskar granskingarverkætlanir. Hetta var tann fyrsta.

1765215

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590