Spælifilmur um kópakonuna upptakast í Fugloynni í heyst

Spælifilmur um kópakonuna upptakast í Fugloynni í heyst
Fugloyggin verður í heyst karmur um upptøkur til ein spælifilm um søgnina um kópakonuna. Hetta boðar føroyska felagið Kykmyndir frá í boðum til fugloyingar á Facebook
Mynd: Esbern Christiansen  
 
21.09.2025 - 18:40

Søgnin um kópakonuna verður í heyst gjørd til ein spælifilm, og filmurin skal í stóran mun takast upp í Fugloynni. 

Hetta boðar føroysku filmsframleiðslufelagið Kykmyndir / Outlier Projects frá í boðum til fugloyingar á Facebook-bólkinum "Øll sum elska Fugloynna"

Tíðarætlanin er ikki fullfíggjað enn, men væntað verður, at upptøkurnar verða í viku 44 til viku 47, sum er frá 27. oktober til 21. november.

Tað er danski filmsleikstjóri Tea Lindeburg, ið hevur kastað sín listarliga kærleika á føroysku søgnina um kópakonuna, og tað er danska framleiðslufelagið MOTOR, ið verður høvuðsmotorur í framleiðsluni, saman við føroyska Kykmyndir. 

Danska Tea Lindeburg setti av álvara ferð á sína yrkisleið sum filmsleikstjóri við væl umtóktu Netflix-røðini "Equinox" frá 2020 og síðani filminum "Du som er i himlen" frá 2021. 

 

Flestu upptøkurnar í Hattarvík

Sjálvt filmsliðið, sum fer út í Fugloynna at gera upptøkurnar til filmin um kópakonuna, telur umleið 25-30 fólk.

Framleiðararnir gera í boðunum til fugloyingar greitt, at teir eru greiðir yvir, at hetta kann kennast sum eitt hampiliga stórt inntriv í gerandisdag hjá fólki í oynni.

"Vit vilja tí gera okkara fyri, at alt skal spæla so væl av, sum gjørligt, og at vit órógva tykkum, sum minst," skrivar Jón Hammer, framleiðari frá Kykmyndum, í boðunum.

Føroyski framleiðarin lova eisini, at filmsliðið skal vera so friðarligt og hampiligt sum til ber, og at tey spyrja sjálvandi um loyvi frammanundan allastaðni har, ið tey ætla at vera í sambandi við upptøkurnar.

"Vit hava leigað okkum bústaðir ymsa staðni í oynni, men upptøkurnar verða fyri tað mesta í Hattarvík."


Mynd: Esbern Christiansen

 

Ein vanlukkulig kærleikssøga

Tea Lindeburg hevur sjálv skrivað handritið til filmin "The Seal Woman", sum verður ein nýtulking av søgnini um kópakonuna, hóast nógv í søgugongdini eisini minnir um søgnina.

Søgan er eina vanlukkuliga kærleikssøgu, tí søgnin um kópakonuna sigur í øllum førum, at kópar eru av fyrstan tíð komnir av fólki, sum sjálvt hevur stoytt seg oman og forkomið sær í sjónum.

Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa kópar at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum, í fjøruni og inni í látrunum.

 

Aske vil møta konu sínari aftur

Filmurin "The Seal Woman" fer at snúgva seg um Aske, ið vil møta sínari deyðu konu aftur.

Aske fer tískil til staðið, har kópar aftur vera til fólk á trettandu nátt, og í eini roynd at halda fast í síni deyðu konuna, so hon ikki fer aftur til havs, goymir Aske kópahúð hennara. 

Í fyrstani minnist konan ikki teirra tíð saman, men smátt um smátt byrjar hon at fáa sítt minni aftur, og tað avdúkar eina myrka søgu og um hóttafall frá fortíðini. 

 

LES EISINI: Kópakonan, V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891, Snar.fo

 

Boðini frá Kykmyndum til fugloyingar eru so ljóðandi:

 

Góðu fugloyingar

Sum fleiri tykkara møguliga longu hava hoyrt, verður Fugloyggin eftir ætlan karmur um eina filmsupptøku í heyst. Tíðarætlanin er ikki fullfíggjað enn, men vit vænta, at upptøkurnar verða framdar umleið viku 44-47, tað er 27.okt. til 21. nov.

Filmurin, sum skal takast upp, er ein donsk/føroysk samframleiðsla. Talan er um ein film í spælifilmslongd (uml. 100 minuttir til longdar) við eini nútímans søgugongd, ið byggir leysliga á søgnina um kópakonuna. Filmurin er framleiddur av danska framleiðslufelagnum MOTOR og føroyska Kykmyndir. Føroyski framleiðarin er undirritaði og leikstjóri er danska Tea Lindeburg.

Sjálvt filmsliðið, sum kemur út í oynna, telur uml. 25-30 fólk og vit eru greið yvir, at tað kann kennast sum eitt hampiliga stórt inntriv í gerandisdag tykkara. Vit vilja tí gera okkara fyri, at alt skal spæla so væl av, sum gjørligt, og at vit órógva tykkum, sum minst. Vit skulu vera so friðarlig og hampilig, sum til ber, og vit spyrja sjálvandi um loyvi frammanundan allastaðni har, vit ætla at vera í sambandi við upptøkurnar. Vit hava leigað okkum bústaðir ymsa staðni í oynni, men upptøkurnar verða fyri tað mesta í Hattarvík.

Fyri meira kunning og fyri at veita svar til møguligar spurningar bjóða vit til ein kunnandi fund í Kalalon týskvøldið 23. okt. kl. 19:30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vegna framleiðsluna

Vinaliga

Jón Hammer, framleiðari

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775