Beinleiðis úr Studio 5 - Eero Koivistoinen

Beinleiðis úr Studio 5 - Eero Koivistoinen
Tvey løg verða spæld beinleiðis umframt at prátað verður við finsku jazzlegenduna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2025 - 12:41

Finski saxofonleikarin Eero Koivistoinen vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 1979 og var longu tá eitt kent navn í finskum jazzi. 



Á teirri ferðini brúkti hann síni evni sum bæði saksofonspælari, tónaskald og orkesturleiðari. Eisini stílaði hann fyri undirvísing og vegleiðing fyri føroyskum tónleikarum.



Tá var tað ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Havnar Jazzfelag at brúka lærdóm og íblástur hjá teimum vitjandi tónleikarunum til at betra og víðka stigið hjá føroysku tónleikarunum.

 

Hetta er fjórðu ferð, at Eero vitjar í Føroyum. 

Hann hevur latið frá sær 28 útgávur í egnum navni. Eisini er hann við á plátuni “Jazz í Føroyum III” (1982) og á fløguni “Lög” hjá Edvardi N. Debess (2003), ið eisini hevur spælt við honum í Føroyum fyrr.



Edvard N. Debess, kontrabass, Pauli R. Poulsen á guittar og James P. Goodwin, trummur, spæla við Eero Koivistoinen á føroyaferðini.



Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð


 
1764875

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891