Gittarleikarin í Suede gestur í RagnarRokk í kvøld

Gittarleikarin í Suede gestur í RagnarRokk í kvøld
5. september gav heimskendi enski bólkurin Suede sína 10. plátu út, "Antidepressants". Í hesum sambandi er gittarleikarin í bólkinum, Richard Oakes, gestur í RagnarRokki
Richard Oakes, gittarleikari í Suede, sæst her saman við Brett Anderson, oddamanni
Mynd: Shutterstock.com / Rene Oonk  
 
18.09.2025 - 14:22

Suede var ein av heilt stóru bólkum, tá Brit Pop-bylgjan herjaði miðskeiðis í nítiárunum.

Saman við bólkum sum Oasis, Blur og Pulp, so var Suede mettur at vera ein av teimum fýra stóru innan hesa tónleikagreinina.

Serliga triðja útgávan hjá Suede, "Coming Up", sum var útgivin í 1996, stendur í dag sum ein varði. Løg sum "Beautiful Ones", "Trash", "Filmstar", "Lazy" og "Saturday Night" eru í dag klassikarar.

 

HOYR EISINI Á KVF LJÓÐ: TEMAPLÁTAN: Coming Up, Suede, 1996 (21. nov. 2021)

 

Suede er enn virkin

Suede er framvegis virkin, og 5. september komu teir við 10. útgávu síni "Antidepressants".

Í hesum sambandi hevur RagnarRokk fingið orðið gittarleikaran í Suede, Richard Oakes.

Upptøkurnar til plátuna vóru gjørdar í fýra upptøkuhølum í Svøríki, Belgia og Bretlandi.

"Hetta bleiv gjørt, fyri at fáa so gott ljóð sum møguligt á plátuna," greiðir Richard Oakes, guitarleikarin í Suede frá.

 

Tætt samstarv við Ed Buller

"Antidepressants" er gjørd í tøttum samstarvi við Ed Buller, ið er ein framleiðari, sum Suede hevur arbeitt nógv saman við.

Ed Buller framleiddi tríggjar tær fystu útgávurnar hjá Suede, ið vóru sjálvnevnda debutútgávuna frá 1993, "Dog Man Star", sum varð útgivin árið eftir í 1994, og so kanska best umtóktu útgávuna Suede, "Coming UP", sum varð útgivin í 1996.

Tað er oddamaðurin í Suede, Brett Anderson, sum skrivar allar tekstirnar hjá Suede, og Richard Oakes blandar seg slett ikki í upp í tann partin, ásannar hann.

 

Í RagnarRokk í kvøld

Hoyr alla samrøðuna við Richard Oakes, gittarleikara í Suede, í RagnarRokk í kvøld, hóskvøldið, klokkan 21.

Tosað verður um tilgongdina at skriva sangirnar til "Antidepressants", hvar íblásturin kemur frá og ta sannroynd, at nógv av tónleikinum bleiv innspældur live. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

RagnarRokk er eisini á Facebook

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590