Robert Redford er deyður

Robert Redford er deyður
Kendi amerikanski sjónleikarin og filmsleikstjórin, Robert Redford, er deyður. Hann bleiv 89 ár. Hetta boðar stjóri í PR-skrivstovuni Rogers & Cowan frá til New York Times
Robert Redford gjørdist 89 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.09.2025 - 13:36

Ein av størstu filmsstjørnunum nakrantíð, Robert Redford, er deyður, 89 ára gamal. 

Robert Redford bleiv kendur fyri filmin um Watergate-orrustuna, "All The President's Men", har hann leikti saman við Dustin Hoffman, "The Way We Were", har hann leikti saman við Barbaru Streisand, og filmin "Out Of Africa", har hann leikti saman við Meryl Streep.

Redford bleiv tilnevndur til ein Oscar fyri sín leiklut í filminum "The Sting" frá 1973, har hann spældi ein svindlari saman við Paul Newman. Redford vann tó ikki. 

Hann vann hinvegin ein Oscar fyri at hava leikstjórnað filmin "Ordinary People" frá 1980, sum eisini var fyrsti filmur, ið Robert Redford leikstjórnaði. 

Robert Redford fekk sítt gjøgnumbrot við filminum "Butch Cassidy and the Sundance Kid" frá 1969, tá hann eisini spældi saman við Paul Newman, har teir spældu tveir kendir brotsmenn frá kovboy-tíðini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár ok
199856
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775