Herluf gevst

Herluf gevst
Herluf Sigvaldsson gevst sum samráðingarleiðari hjá Fiskivinnumálaráðnum
Herluf Sigvaldsson var samráðingarleiðari í 12 ár.
 
12.09.2025 - 05:41

Herluf Sigvaldsson gevst sum samráðingarleiðari hjá Fiskivinnumálaráðnum.

Sambært fráfaringaravtalu, sum var gjørd 18. og 19. august, fær Herluf Sigvaldsson løn í 14 mánaðir frá 1. november í ár at rokna.

Í fráfaringaravtaluni stendur einki um, hví samstarvið millum partarnar er endað.

Herluf Sigvaldsson var tænastumannasettur ráðgevi í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.

Hann fær tænastumannaeftirløn frá 1. januar 2027.

Herluf Sigvaldsson skal vera tøkur til 31. oktober í ár at lata frá sær allar arbeiðsuppgávur til onnur starvsfólk í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. 

Hann skal eisini í seinasta lagi tann dagin, 31. oktober, lata ráðnum lyklar og arbeiðsamboð.

Aðalráðið skal rinda advokatinum hjá Herlufi Sigvaldsson allan kostnað hansara, í mesta lagi tó 10.000 kr.  

Herluf Sigvaldsson gjørdist samráðingarleiðari í 2013.

Hann stóð á odda fyri samráðingum um uppsjóvarfisk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365