Danmark keypir verjuútgerð fyri 58 milliardir

Danmark keypir verjuútgerð fyri 58 milliardir
Tað hevur týdning, at Danmark kann verja seg sjálvt, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, kunngjørdi á tíðindafundi fyrrapartin ætlanina um at keypa loftverjuskipanir fyri slakar 60 milliardir kr.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.09.2025 - 11:08

Danska stjórnin og flokkarnir í verjusemjuni eru samd um at keypa verjuútgerð fyri 58 milliardir krónur, og tað er met.

Tað kunngjørdi Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin.

Hetta er størsta vápnakeyp í Danmark yvirhøvur.

- Hetta er ein áminning um, at vit styrkja orkuna at stríðast. Tað hevur týdning, at Danmark kann verja seg sjálvt, og eingin ivi er um, at stórar avbjóðingar eru í trygdarpolitikkinum, sigur verjumálaráðharrin.

Tær 58 milliardirnar verða brúktar til at keypa og reka átta loftverjuskipanir. Skipanirnar verða keyptar frá fýra evropeiskum vápnaframleiðarum.

Danmark hevur ikki loftverjuskipanir á jørðini síðani 2004.

 

 

.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365