Breddin: Kærur í heilsuverkinum

Breddin: Kærur í heilsuverkinum
Kærurnar meira enn tvífaldaðust frá 2020 til 2024. Í sendingini verður tosað við ein avvarðandi, sum ikki var tikin í álvara
Hví eru so nógvar kærur í heilsuverkinum, og hvat fært tú burturúr at kæra, verður spurt í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.09.2025 - 09:30

Talið av kærum í heilsuverkinum er meira enn tvífaldað frá 2020 til 2024, og søgurnar um tey, ið ikki verða tikin í álvara av kommunulæknanum og vera vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum, eru nógvar.

Í dag tosa vit við enn ein avvarðandi, sum hevur upplivað ikki at verða tikin í álvara í føroyska heilsuverkinum. 

Hví eru so nógvar kærur, og hvat fært tú burturúr at kæra?

Í sendingini viðgera vit eisini útgeiningareindina, sum skal gera tað lættari at staðfesta sjúkuna, og so fara vit at ringja til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, sum er stødd í Danmark. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590