Vit skilja ov lítið

Vit skilja ov lítið
Tað burdi ikki verið so trupult, men vanar eru ringir at broyta, tá tað snýr seg um at skilja burturkast
 
10.09.2025 - 11:17
Sjálvt um havnafólk hava havt møguleika at skilja papp og pappír burtur frá restini av burturkastinum í meira enn 20 ár, so kemur alt ov lítið av hesum til endurvinning, sigur Dagbjørt Sólheim, sum er marknaðar- og samskiftisfólk hjá Kommunalu Brennistøðini.

- Vit síggja ikki at tølini vaksa, og um vit hugsa um, hvussu nógv vit keypa, so er mongdin av pappi heilt víst vaksin. Ganga vit runt í endurnýtsluni, so síggja vit nógv papp, sum er komið skeivt fyri, leggur hon afturat.

TIl ber at gera sær eina skiljiskipan heima, kanska undir vaskinum, har tú hevur íløt til glas, metal, papp og restina, soleiðis at alt ikki endar í ovninum. Eisini ber til at taka matleivdir burturfrá til kompost.

Eisini í grovkøki, garagu ella kjallara ber til at hava eina skiljistøð, soleiðis at tú savnar saman áðrenn tú fert ein túr í endurnýtsluna við tí, sigur Beinta H. Thomsen, umhvørvisfólk.
 
1762856

  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493