Tríggjar umsóknir til starvið sum dómpróstur

Tríggjar umsóknir til starvið sum dómpróstur
Setanartilgongdin byrjar í næstu viku, og ætlanin er at fáa málið avgreitt í hesum kirkjuárinum
Uni Næs hevur verið dómpróstur síðani 2010.
 
05.09.2025 - 11:22

Tríggjar umsóknir eru til starvið sum dómpróstur, nú fólkakirkjan skal hava nýggjan dómpróst fyri Una Næs 1. februar næsta ár.

Bæði menn og kvinnur og menn hava søkt.

Tilgongdin at seta dómpróstin byrjar í næstu viku, og Jógvan Fríðriksson, biskupur miðar eftir, at málið er avgreitt í hesum kirkjuárinum, sum endar 1.sunnudag í advent.

Dómprósturin er eisini sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og er varamaður hjá biskupi.

Umsóknarfreistin var 30. august.

Uni Næs hevur verið dómpróstur síðani 2010.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365