Ikki lætt at flyta sjúkraflutningstænastuna av Eirargarði

Ikki lætt at flyta sjúkraflutningstænastuna av Eirargarði
Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum sigur, at hetta kann ikki loysast í einari handavending
Tað verður ikki sum at siga tað at flyta sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum, nú Eirargarður 2 skal umbyggjast til lestraríbúðir.
 
05.09.2025 - 13:12

Tað verður ikki lætt at flyta sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum. 

Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, nú ætlanin er at gera lestraríbúðir í bygninginum, har sjúkraflutningstænastan heldur til.

Hann vísir á, at hetta er ein broyting, sum kemur uttanífrá, og hon kann ikki loysast í einari handavending.

 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

 

Tað hevur verið víst á, at vandi er fyri, at møguleikarnir hjá sjúkraflutningsbilunum at koma til og frá, verða skerdir av nýggju íbúðaverkætlanini hjá Landsstýrinum.

Tað dámar í øllum førum Elini Jensen, leiðara á Bráðfeingisdeplinum á Landssjúkrahúsinum, illa, at sjúkraflutningstænastan fer at fáa nýggjar grannar.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

1762117


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365