Døgg Nónsgjógv: "Kærleiki er bæði ein styrki og ein avbjóðing"

Døgg Nónsgjógv: "Kærleiki er bæði ein styrki og ein avbjóðing"
Í fyrstu útgávuni av "Beinleiðis úr Studio 5" er útgávu aktuella Døgg Nónsgjógv gestur og spælir tveir sangir av nýggju plátuni "Livandi"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2025 - 10:00

Fríggjamorgnar bjóðar Kringvarpið aktuellum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik beinleiðis í Studio 5. 

Gestur hesa ferð er Døgg Nónsgjógv, sum fyri stuttum læt frá sær heildarútgávuna, "Livandi". 

Tað eru 11 sangir, ið varpa ljós á vaksnamannakærleika.

Myndir: Bjarnir Árting Rubeksen

 

Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum - vegurin fram til kærleikan.

að er ein djúp tulking, har tónleikurin fangar bæði gleði, sorg, styrki og eymleiki - alt tað, sum kann røkka og raka í kærleikanum.

“Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu kærleiki kann síggjast bæði sum ein styrki og ein avbjóðing. Foreldur míni hava givið mær eina søgu, sum er bæði stórsligin og nærverandi, og tí ynskti eg at geva mær sjálvari ta avbjóðing at tulka kærleikan,” sigur Døgg.

 

Útgávan er skrivað saman við Høgna Lisberg og tikin upp í studio við Gøtugjógv.

Døgg og Høgni spæla tveir sangir beinleiðis í Studio 5 og tosa um drúgvu tilgongdina at gera Livandi.

Hoyr fyrstu útgávuna av "Beinleiðis úr Studio 5" her niðriundir:
 

1762065

 

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 09.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590