Evropiskir leiðarar hava telefonfund við Trump í dag

Evropiskir leiðarar hava telefonfund við Trump í dag
Ukrainski forsetin verður eisini á fundinum í París, har ríkis- og stjórnarleiðarar í Evropa hittast
Franski forsetin, Emmanuel Macron, og ukrainski starvsbróðirin, Zelenskyj.
Mynd: Teresa Suarez/AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2025 - 08:33

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, franski forsetin Emmanuel Macron og aðrir leiðarar í Evropa fara í dag at hava telefonfund við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Telefonfundurin verður klokkan tvey seinnapartin - eftir fundin, sum Zelenskyj og evropisku leiðararnir hava í París.

Fundirnir fara at snúgva seg um trygdina fyri Ukraina, og um illviljan hjá Russlandi at koma upp í eina friðartilgongd.

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, eru millum teirra, sum vera á fundinum í Paris, umframt ukrainksi forsetin, Zelenskyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762