Tí eitur tað ein brokkmanslestur

Tí eitur tað ein brokkmanslestur
Jákup Reinert Hansen veit at siga um Jesper Rasmussen Brochmand, og hví vit í Føroyum nýta orðingina "ein brokkmanslestur".
 
03.09.2025 - 11:28

Tað, sum vit í dag rópa ein brokkmanslestur, hevur røtur heilt aftur í 1600-talið og er knýtt at danska gudførðinginum og biskupinum Jesper Rasmussen Brochmand (1585-1652). Hann var professari í gudfrøði í Keypmannahavn og seinni biskupur í Sælandi. Undir bispadømi hoyrdu eisini Føroyar til.

Brochmand gav eisini út nógv verk. Eitt av hansara kendastu verkum vóru prædikutekstir, lestrarbøkur, sum prestar brúktu til prædiku hvønn sunnudag.

Men hvar kemur so orðið brokkmanslestur frá? Jú, tí prestar og lesimenn hildu seg so nágreiniliga til tekstirnar ár aftaná ár uttan at leggja nakað eyka aftrat ella at seta tað í ein livandi samanhang. Soleiðis fóru tekstirnir hjá Brochmand at merkja nakað, sum var langt og tungt at koma ígjøgnum.

Jákup Reinert Hansen heldur tó, at Brochmand møguliga ikki hevur uppiborið at fáa eitt negativt orð uppkallað eftir sær.Tí sannleikin er, at tekstirnir hjá Brochmand vóru væl úr hondum greiddir og væl skipaðir.

Í dag kl. 19.15 heldur Jákup fyrilestur um Brochmand í bókasavninum í skúlanum í Kollafirði.

Jákup vitjaði morgunsendingina, har hann greiddi frá um Brochmand og brokkmanslestur. Samrøðan kann hoyrast her:

1761568

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229