Putin: Russland ongar ætlanir at leypa á Evropa

Putin: Russland ongar ætlanir at leypa á Evropa
Russiski forsetin er á toppfundi við kinesiska starvsbróðurin, Xi Jinping
Putin og Jinping hittust í Bejing í dag.
Mynd: China Daily/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.09.2025 - 14:38

Russland hevur ongar ætlanir um at leypa á Evropa.

Tað sigur russiski forsetin, Valdimir Putin, sum er á toppfundi í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing.

Á tíðindafundi sigur Putin, at Russland ongar ætlanir hevur um at leypa á Evropa, um Russland hevur eydnuna við sær í Ukraina.

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, var eisini við á fundinum.

- Eitthvørt skilafólk veit, at Russland ongantíð hevur havt, hevur, og ongantíð fer at hava ætlanir um at leypa á nakran, segði Putin sambært Sky News.

Russiski forsetin legði afturat, at Russland ongantíð hevur havt nakað ímóti, at Ukraina gerst limur í ES, men at ein Nato-limaskapur ikki kann góðtakast. 

Í morgin fer Putin saman við m.a. Xi Jinping og  norðurkoreiska leiðaranum, Kim Jong-un, til stóru hernaðarskrúðgonguna, sum hátíðarheldur, at 80 ár eru liðin, síðani seinni heimsdagi endaði. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590