Avtala gjørd við Herlev/Gentofte sjúkrahús um bróstkrabbaviðgerð

Avtala gjørd við Herlev/Gentofte sjúkrahús um bróstkrabbaviðgerð
Avtalan millum Landssjúkrahúsið og Aalborg Universitetssjúkrahús er farin úr gildi
Deildin fyri krabbaviðgerðir á Herlev/Gentofte Hospital er ein av størstu og fremstu deildunum á krabbameinsøkinum í Danmark.
 
02.09.2025 - 11:08

Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við Herlev/Gentofte Hospital um bróstkrabbaviðgerð. 

Avtalan er komin í lag eftir at Aalborg Universitetssjúkrahús í juni boðaði frá, at avtalan við Landssjúkrahúsið um bróstkrabbasjúklingar var uppsøgd frá 1. september.

Sjúklingar vera sum áður kannaðir á Landssjúkrahúsinum.

Krevst viðgerð, verður hon á krabbameinsdeildini á Herlev Hospital.

Deildin fyri krabbaviðgerðir á Herlev/Gentofte Hospital er ein av størstu og fremstu deildunum á krabbameinsøkinum í Danmark, skrivar Landssjúkrahúsið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493