Dómurin um viðbót til fyrrverandi leiðara á Heilbrigdi staðfestur

Dómurin um viðbót til fyrrverandi leiðara á Heilbrigdi staðfestur
Føroya rættur segði í apríl í fjør, at Heilbrigdi skal gjalda 330.800 kr. umframt rentu í viðbót. Og tað sigur Eystari landsrættur nú eisini
Sjúrður Knudsen var leiðari á Heilbrigdi frá 1. mai 2018. Fráfaringaravtala var gjørd við hann 1. februar 2023.
 
29.08.2025 - 07:56

Eystari landsrættur hevur staðfest dómin hjá Føroya rætti um viðbótina hjá Sjúrði Knudsen, sum var leiðari á Heilbrigdi.

Føroya rættur segði í apríl í fjør, at Heilbrigdi skal gjalda 330.800 kr. umframt rentu í viðbót.

Og tað sigur Eystari landsrættur nú eisini.

Heilbrigdi var eisini dømt at rinda sakarkostnaðin hjá Sjúrði Knudsen, góðar 90.000 kr. 

Sjúrður Knudsen fór frá sum leiðari á Heilbrigdi 1. februar í 2023. Tá var fráfaringaravtala gjørd millum hann og Heilbrigdi.

 

Vildu ikki góðtaka viðbótina

Hann segði seg hava gjørt avtalu um viðbót, tá hann var settur.

Men Heilsumálaráðið og Heilbrigdi vildu ikki góðtaka viðbótina, sum tí ongantíð var goldin.

Sjúrður Knudsen stevndi tí Heilbrigdi.

Sjúrður Knudsen var leiðari á Heilbrigdi frá 1. mai 2018


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365