Arbeiðsskaðamál skulu avgreiðast innan eitt ár

Arbeiðsskaðamál skulu avgreiðast innan eitt ár
Verður neyðugt við størri arbeiðsorku at avgreiða málini, verður tað gjørt, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Vanlukkutryggingarráðnum
Jóanna Djurhuus er forkvinna í Vanlukkutryggingarráðnum.
 
28.08.2025 - 15:45

Mál hjá Vanlukkuutryggingarráðnum skulu avgreiðast innan eitt ár, sambært lógini. Um endalig niðurstøða ikki kann gerast, skal ein fyribils niðurstøða og fyribils endurgjald fáast í seinasta lagi inann tvey ár. Tann freistin verður hildin í framtíðini. 

Tað sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Vanlukkurtryggingarráðnum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur nú vanlukkutryggingarmál. 

Tá hon tók við sum forkvinna, vóru 871 virkin mál í skipanini. Nú eru 670 virkin mál, og ætlanin er at  avgreiða 50 mál í næstum, sigur Jóanna Djurhuus.

Eyka arbeiðsorka er sett at avgreiða málini, og verður neyðugt við enn størri arbeiðsorku, verður tað gjørt, sigur hon:

 

28082025_Joanna_Djurhuus

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762