Fingu Ishkov at kvøða Bukkutátt

Fingu Ishkov at kvøða Bukkutátt
Nógv verður í hesum døgum kjakast um samvinnu okkara við Russlands. Hvussu far at samráðast við gamla sovjetsamveldið?
 
27.08.2025 - 10:23

Tað var í sjeytiárunum, at Føroyar og táverandi Sovjetsamveldið fóru at gera veruligar fiskivinnusáttmálar sínamillum. Alexander Ishkov, sum í eitt mannaminni var ráðharri í fiskivinnumálum í Sovjetsamveldinum, vitjaði javnan í Føroyum hesi árini. 

Ishkov var ráðharri undir Stalin. Tað segðist, at hann fall í ónáðir, men slapp undan at bøta við lívinum. Tá ið eirindaleysi einaræðisharrin doyði, fekk Ishkov uppreisn. Føroyingar hildu Ishkov vera fryntligan, og sum skilst vóru hann og føroyski landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Petur Reinert, á bylgjulongd. Tað sigst, at einaferð teir vóru farnir upp á gólv at kvøða Bukkutátt, fingu teir Ishkov upp í ringin.

 

 

Føroyska sendinevndin í Leningrad í 1980. Heðin M. Klein, landstýrismaður í fiskivinnumálum, í miðjuni millum Hjalta í Jákupsstovu, fiskivinnufrøðing og Árna Olafsson, skrivstovustjóra í Landsstýrinum. Vinstrumegin sovjetiski fiskimálaráðharrin Vladimir Kamentsev.
 

 

Tann elsti núlivandi fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er helst Heðin M. Klein. Hann kom í landsstýrið, sum var skipað í 1979. Tá vóru fiskivinnusáttmálarnir við Sovjetsamveldið júst komnir í fasta legu.

Heðin Klein var sjálvur í Sovjetsamveldinum og tingaðist við myndugleikarnar har um fiskivinnusamstarv. Tað var í Leningrad í august 1980. Vladimir Kamentsev hevði tá loyst av Alexander Ishkov sum ráðharri í fiskivinnumálum í Sovjetsamveldinum.

Heðin M. Klein sigur, at vinnuliga samvinnan millum Føroyar og Sovjetsamveldið byrjaði nógv fyrr enn so.

 

1759661

 

Lurta eftir samrøðuni við Heðin M. Klein í Summarmorgni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365