Óli toppskjútti í sínum fyrsta dysti

Óli toppskjútti í sínum fyrsta dysti
Óli Mittún kom væl frá byrjan í GOG. Føroyingurin skeyt sjey mál, tá fjónliðið vann á HC Midtjylland og spældi seg víðari í steypakappingini
Óli Mittún skifti í summar til danska felagið GOG, og fótfimi bakspælarin kom væl frá byrjan
 
25.08.2025 - 19:50

Óli Mittún fekk góða byrjan í nýggja felagi sínum, GOG, sum mánakvøldið vann á HC Midtjylland og spældi seg víðari í donsku steypakappingini.

Føroyingurin, sum skifti til fjónliðið í summar eftir nøkur ár í svenska IK Sävehof, skeyt sjey av málunum hjá GOG og varð toppskjútti saman við Frederik Bjerre.

Tað var eitt sindur av spenningi í dystinum ímóti fyrstudeildarliðnum fyri steðgin, men í seinna hálvleiki fóru Óli Mittún og teir frá og vunnu 33-25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365