Nýggjur nevndarformaður í Neti

Nýggjur nevndarformaður í Neti
Jakob Dirksen tekur við eftir Hákun Steingrímsson, sála
Net hevur fingið nýggjan nevndarformann.
 
15.08.2025 - 10:07

Jakob Dirksen er nýggjur nevndarformaður í partafelagnum Neti.

Hann tekur við eftir Hákun Steingrímsson, sála.

Jakob Dirksen bleiv formaður á eykaaðalfundi í gjár. 

Mimi Steintórsdóttir heldur fram sum næstforkvinna.

Hini í nevndini eru Símun Skaalum, Gudny Langgaard, Rúni Árting og Niels á Reynatúgvu.

Jakob Dirksen er sivilverkfrøðingur.

Hann hevur havt leiðandi starv í tøkni og strategi” hjá TDC NET í Danmark.

Har hevur hann staðið á odda fyri millum annað 5G-útbyggingum.

5G-farnetið verður í næstum flutt úr FT Samskifti í Net

Jakob Dirksen hevur eisini áður verið fakligur ráðgevi hjá Føroya Tele. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590