Stórur makrelur í íslendskum sjógvi, men lítil nøgd

Stórur makrelur í íslendskum sjógvi, men lítil nøgd
Havrannsóknarskipið Árni Friðríksson fekk bara makrel í 13 av 46 hálum. Tey vóru øll eystan fyri Ísland
Árni Friðriksson var við í árligu kanningini saman við skipum úr Noregi, Danmark og Føroyum.
Mynd: Shipspotting.com  
 
07.08.2025 - 08:26

Fáir, men stórir makrelar vóru at fáa í íslendskum sjógvi.

Tað er niðurstøðan hjá íslendska havrannsóknarskipinum, Árna Friðrikssoni, sum var við í árligu kanningini saman við skipum úr Noregi, Danmark og Føroyum.

Tey kannaðu uppsjóvarfisk.

Árni Friðríksson fekk bara makrel í 13 av 46 hálum. Tey vóru øll eystan fyri Ísland.

Hann fekk bara 164 makrelar, 97 kilo.

Men teir vóru stórir. Miðallongdin var 40 sentimetrar og miðaltyngdin 590 gramm.

Ongantíð fyrr hevur makrelurin staðið so spjaddur við Ísland.

Endaliga samansjóðaða niðurstøðan hjá teimum fimm skipunum, sum vóru við í kanningini, kemur seint í august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619