Rætturin læt mannin leysan

Rætturin læt mannin leysan
Ákæruvaldið vildi hava rættin at fongsla og útvísa ein útlending, sum arbeiðir í Føroyum, men fekk ikki viðhald
Maðurin, sum var í grundlógaravhoyring í gjár, hevur verið í Føroyum í næstan eitt ár, og hann arbeiðir her. Rætturin helt ikki grundarlag vera fyri at døma mannin, sum var latin leysur
 
07.08.2025 - 08:31

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í grundlógaravhoyringini í Føroya rætti í gjár.

Føroya rættur avgjørdi at lata mannin, sum ákæruvaldið vildi hava fongslaðan og útvístan, leysan.

Grundarlag var ikki fyri at døma mannin, helt rætturin.

Maðurin er úr Eysturevropa.

Hann er miðskeiðis í tríatiárunum, og hann var tikin týsdagin.

Politiið sigur, at hann hevur framt harskap einaferð og stolið seks-sjey ferðir í Føroyum.

Maðurin hevur verið í Føroyum í næstan eitt ár. Hann arbeiðir her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619