Tøgn um oyggjaleikir í Klaksvík

Tøgn um oyggjaleikir í Klaksvík
Hvørki forsetin í ÍSF ella landsstýrismaðurin í mentamálum hava nakra viðmerking í løtuni
Oyggjaleikanevndin, sum fyrireikar oyggjaleikirnar í Føroyum 2027.
 
06.08.2025 - 14:09

Tøgn valdar um óvissuna, um nakrir leikir verða í Klaksvík, tá Føroyar verða vertir fyri oyggjaleikunum um tvey ár.

Í gjár frættist frá formanninum í oyggjaleikanevndini og føroysku fyrireikingarnevndini, Teiti Samuelsen, at óvist er, um nakrar kappingar verða í Klaksvík í sambandi við oyggjaleikirnar. Ætlanin varð annars at hava flogbólt og triatlon í Klaksvík.

Kringvarpið hevur í dag roynt at fáa viðmerkingar til málið.

Forsetin í Ítróttasambandi Føroya, Elin Heðinsdóttir Joensen, sum eisini er í oyggjaleikanevndini, sigur, at hon hevur onga viðmerking í løtuni. 

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur heldur onga viðmerking í løtuni.

Hann sigur, at hetta fyrst og fremst er eitt mál millum oyggjaleikarnevndina/ÍSF, sersambondini og kommunurnar, sum veita umstøðurnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06082025_Oyggjaleikir

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365