Boða frá glopraregni í Beijing - 70.000 fólk eru flutt burtur

Boða frá glopraregni í Beijing - 70.000 fólk eru flutt burtur
Vatnflóðin í Beijing í juli kravdi í minsta lagi 44 mannalív.
Mynd: Florence Lo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.08.2025 - 15:35

70.000 fólk eru flutt burtur úr milliónabýnum Beijing í Kina, tí veðurstovurnar boða frá glopraregni. 

Myndugleikarnir í býnum eru samstundis í hægstu tilbúgving, tí roknað verður við stórari vatnflóð.

Veðurstovurnar vænta, at tað fer at regna 200 millimetrar í forstøðunum uttan fyri Beijing. Vanliga regna 600 millimetrar alt árið.

Stór vatnflóð í Beijing í juli kravdi í minsta lagi 44 mannalív. Tá regnaði í fleiri dagar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572