Sjóvinnustýrið longu brúkt nýggju heimildirnar

Sjóvinnustýrið longu brúkt nýggju heimildirnar
Thor Frigg hevur fingið bunkerloyvisbræv, og skipið er komið í FAS
Thor Frigg er nú skrásett í FAS.
Mynd: Maritime Optima  
 
01.08.2025 - 08:05

Dagin eftir, málsøkið sjórættur var yvirtikið, hevur Sjóvinnustýrið brúkt sínar heimildir sambært yvirtøkuni.

Sjóvinnustýrið gav mikudagin Thor Frigg bunkerloyvisbræv.

Thor Frigg kom í Føroysku altjóða skipaskrásetingina í gjár.

Í seinasta lagi 20. februar næsta ár skulu øll føroysk skip hava føroysk loyvisbrøv frá Sjóvinnustýrinum, sum heitir á reiðaríini um at søkja um loyvisbræv í góðari tíð.

Bunkerloyvisbræv skulu øll skip, sum eru 1000 bruttotons ella meira, hava.

Loyvisbrævið staðfestir, at skipið hevur trygging hjá góðkendum tryggingarfelagi, sum veitir trygd fyri oljudálking, sum stendst av bunkerolju.

Trý onnur loyvisbrøv eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365