Russar mótmæla norsku avgerðini um at seta skip á svartalista

Russar mótmæla norsku avgerðini um at seta skip á svartalista
Talan er um grovt brot, og samstarvið millum londini um Barentshavið kann detta burtur, siga russiskir myndugleikar
Skip hjá russisku reiðaríunum Nordebo JSC og Murman Seafood sleppa ikki í norskan sjógv.
Mynd: Murman Seafood  
 
31.07.2025 - 08:15

Russland hevur mótmælt avgerðini hjá Noregi at seta russisku reiðariini Nordebo JSC og Murman Seafood á svartalista.

Skip hjá reiðaríunum sleppa ikki í norskan sjógv.

Russiska uttanríkisráðið sigur, at Noreg hevur brotið sáttmálan frá 1976 um fiskiveiðu í Barentshavinum og í Norðurhavinum.

Talan er um grovt brot, sigur Russland. Samstarvið millum londini kann detta burtur.

Tað verður ein hóttan móti stovnsrøktini í Norðuratlantshavi, sigur Russland.

Norska uttanríkisráðið sigur við Fiskeribladet, at Noreg vil halda fram við sáttmálanum um Barentshavið og Norðurhavið, og hvussu fiskurin har skal umsitast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762