Bíða eftir toll-boðum úr USA

Bíða eftir toll-boðum úr USA
Øll lond, sum ikki hava fingið nýggja handilsavtalu við USA, fáa boð um midnáttarleitið amerikanska tíð hvønn toll USA hevur lagt á tey
 
31.07.2025 - 19:53

Fleiri av heimsins londum bíða eftir, hvønn toll USA hevur valt at leggja á tey.

Stutt eftir at Donald Trump tók við sum forseti í USA, kunngjørdi hann ein lista av londum og hvønn toll USA hevði í hyggju at leggja á vørurnar úr teimum londunum. Síðan tá hava samráðingar verið millum USA og fleiri av heimsins londum, og evstamark fyri eini avtalu var sett til 1. august. Og sambært boðum úr Hvítu Húsunum kunnu tey lond, sum onga avtalu hava, vænta sær boð úr USA um midnáttarleitið, amerikanska tíð

Nøkur lond hava gjørt avtalu, men fleri hava ikki. ES og Bretland hava gjørt avtalu umframt nøjyur lond í Asia, men nógv hanga eftir, millum annað Kanada og Kina. Tey kunnu so vænta at USA einvegis bara áleggur ein toll, sum passar USA best. Meksiko hevur fingið nýggja freist upp á tríggjar mánaðir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525