Bara eittans mál endar við skuldseting

Bara eittans mál endar við skuldseting
Politiið hevði nógv at gera á ólavsøku
 
31.07.2025 - 08:28

Hóast nógv var at gera hjá politinum á ólavsøku, er bara eittans mál, sum væntandi endar við skuldseting.

Tað er eitt mál um harðskap ólavsøkuaftan.

Eingin er skuldsettur enn, men politiið sigur seg vita, hvønn tað skal tosa við.

 

Nógv ringdu

Frá klokkan ellivu um kvøldið til klokkan sjey um morgunin ringdu millum 165 og 200 fólk hvørja ólavsøkunátt 112 og 114.

Nøkur vóru hjá politinum og blástu í alkometur fyri at vita, um tey vóru før fyri at koyra. Tað vóru tey øll.

 

Einki frætt um knívstungu

Og politiið hevur framvegis ikki frætt frá nøkrum, sum veit at siga, hvør brúkti knív í áskoðarafjøldini á Tórsfest fríggjakvøldið. 

Ein ungur maður bleiv stungin í lærið.

Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum annaðhvørt sóu hendingina, ella hava hoyrt okkurt, sum kann hjálpa poltiinum at finna unga mannin, sum brúkti knív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229