Bretland hóttir við at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt riki

Bretland hóttir við at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt riki
Keir Starmer, forsætisráðharri, sigur, at Ísrael skal lúka ávísar treytir fyri ST-aðalfundin í heyst
Keir Starmer er forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.07.2025 - 14:33

Bretland ætlar at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki, áðrenn ST-aðalfundurin verður í september, um Ísrael ikki broytir framferð, skrivar tíðindastovan Reuters.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer sigur, at Bretland fer at viðurkenna palestinska statin, um Ísrael ikki lýkur treytirnar hjá Bretlandi, og at hetta skal henda fyri aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum í september.

Ísrael skal taka ítøkilig stig til at fáa í lag vápnahvíld og at enda verandi humaniteru støðu í Gaza.

 

Hamas má ongantíð sleppa at stýra

Jerusalem Post skrivar, at Keir Starmer gjørdi eisini greitt, at Hamas er ein yvirgangsfelagsskapur, sum aldri má fáa viðurkenning, og sum skal sleppa at stjórna einum møguligum palestinskum stati.

Eisini segði hann, sambært Jerusalem Post, at Bretland heldur fast við áheitanina á Hamas, um at ísraelsku gíslarnir verða latnir leysir alt fyri eitt, og at Hamas eins og ísraelska stjórnin skal taka undir við eini vápnahvíld.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762