Donald Trump kroystir Coca-Cola

Donald Trump kroystir Coca-Cola
Coca-Cola kemur við nýggjari vøru eftir trýsti frá amerikanska forsetanum
 
22.07.2025 - 16:34

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social, at hann hevði yvirtalað Coca-Cola til heldur at brúka rørsukur í teirra amerikansku vørum. 

Og í dag boðar drykkjuvørusamtakið frá, at fyritøkan kemur við einari vøru í ár, sum inniheldur rørsukur, skrivar The Guardian.

Maissiroppur verður fyrst og fremst brúktur í amerikansku útgávuni av Coca-Cola.

Danska versjónin av leskidrykkinum, sum eisini verður seld her í Føroyum, inniheldur rørsukur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744