Børn svølta í hel í Gasa

Børn svølta í hel í Gasa
Umleið 900.000 børn í Gasa er rakt av hungursneyð.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.07.2025 - 14:36

Seinastu 72 tímarnar eru minst 21 børn svøltað í hel í Gasa. 

Tað sigur Mohammed Abu Salmiya, stjóri á Shifa-sjúkrahúsinum i Gasa býi, við bretska kringvarpið.

Hann sigur eisini, at umleið 900.000 børn eru í hungursneyð, og at heilsan hjá í øllum førum 70.000 av hesum børnunum er ávirkað av, at tey hava ov lítið til matna.

Støðan í Gasa fekk í gjár uttanríkisráðini í 25 londum, millum annað Danmark, at koma við eini felags áheitan, um at kríggið má halda uppat í stundini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590