Vilja hava fólk at fara úr býi, har gíslar møguliga eru

Vilja hava fólk at fara úr býi, har gíslar møguliga eru
Tað hevur verið friðarligt í Deir al-Balah, síðani Ísrael leyp á, men nú verður eisini hesin býurin bumbaður
Palestinar verða nú bidnir um at flýggja úr Deir al-Balah, har tað annars hevur verið friðarligt, síðani Ísrael leyp á Gasa fyri 21 mánaðum síðani.
Mynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.07.2025 - 13:00

Ísraelski herurin bað í gjár allar íbúgvar í býnum Deir al-Balah um at fara úr býnum og leita sær suðureftir til býin Khan Younis, tí ætlanin var at leypa á. Og nú hevur herurin framt ógvuslig rakettálop á býin.

Deir al-Balah hevur annars ikki merkt nakað til bardagarnar í Gasa, síðan Ísrael leyp á fyri 21 mánaðum síðan. Tí hava nógv flóttafólk leitað sær til býin, sum nú eisini verður bumbaður.

Tað ljóðar, at fleiri av ísraelsku gíslunum eru í Deir al-Balah, og at tað er orsøkin til, at býurin hevur fingið frið. Hildið verður, at 20 av teimum 50 gíslunum, sum enn eru á lívi í Gasa, helst eru í býnum.

Avvarðandi hjá gíslunum hava eisini í dag gjørt vart við seg, og biðið herin um at fara varliga fram. Men ógvusligu loftálopini benda ikki júst á, at tað verður farið varliga fram.

Av tí at Deir al-Balah hevur fingið frið, er hann ein av fáu støðunum í Gasa, har tað hava verið virkandi sjúkrahús, reint vatn og ruskkoyring.

Samstundis sum Deir al-Balah verður bumbaður, eru fleiri onnur álop eisini sett í verk, millm annað á Gasa bý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891