Eldgosið er nógv viknað

Eldgosið er nógv viknað
Eldgosið í Íslandi er longu viknað nógv, nú tað hevur verið í stívliga eitt samdøgur
Eldgosið er viknað nógv.
 
17.07.2025 - 07:15

Eldgosið í Íslandi er longu viknað nógv, nú tað hevur verið í stívliga eitt samdøgur.

Seint í gjárkvøldið sluppu fólk aftur til Grindavíkar. 

Men hetta eru bara fólk, sum búgva har.

Fólk sluppu eisini aftur í Bláa lónið og Northern Light Inn, sum er eitt gistingarhús í grannalagnum hjá Bláa lóni.  

Gasseitran

Nógv gass kom frá eldgosinum, meira enn frá flestu øðrum gosum.

Serliga var nógv gass mált í Njarðvík, sum er tætt við gosið.  

Men gass er eisini mált heilt uppi á Vestfjørðunum og enntá á Norðurlandinum. 

Tilbúgvingarstigið er farið úr neyðstøðu niður í vandastøðu.

Nú er størsti vandin gassdálking og nógvur roykur frá eldi í gróðrinum, har grótbræðingin hevur fest í.

Goskluftin er hálvan triðja kilometur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619