Aftur eldgos á Reykjanesi

Aftur eldgos á Reykjanesi
Tað byrjaði um fimmtíðina okkara tíð í morgun
12 eldgos hava verið á Reykjanesi síðani 2021.
 
16.07.2025 - 05:53

Nú er eldgos aftur í Íslandi.

Tað byrjaði um fimmtíðina okkara tíð í morgun.

Gosið er, sum hini, sum hava verið hesi seinastu árini, á Reykjanesi.

Fólk eru flutt úr Bláa lóninum og av einum tjaldingarplássi í Grindavík.

Gosið er annars langt frá Grindavík.

Men fólk vóru tó biðin um at fara hiðani í nátt, tá nógvir jarðskjálvtar boðaðu frá, at eldgos kanska var á veg.

Sum er stendst eingin vandi av eldgosinum.

Hvørki hús ella vegir eru hótt, skrivar RUV.

Gass

Fólk í Vogum og í Reykjanesbýi eru biðin um at lata øll vindeygu aftur, tí gass kemur frá gosinum.

Goskluftin er millum 700 og 1000 metrar.

Grótbræðingin rennur í ein landsynning.

Hetta er tólvta eld­gosið á Reykjanesi síðani 2021.

Gosið nú er á nøkunlunda somu leið sum gosið í august í fjør.

Løgreglan hevur lýst neyðstøðu, og tilbúgvingin er klár.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525