Skrivstovufólk tey fyrstu at meta førleikan

Skrivstovufólk tey fyrstu at meta førleikan
Yvir 100 fólk eru førleikamett, síðani førleikametingin byrjaði í 2018
Skrivstovufólk vóru tey fyrstu at førleikameta seg.
 
04.07.2025 - 06:54

Yvir 100 fólk eru førleikamett, síðani førleikametingin byrjaði í 2018.

Men byrjanin var trek.

Neyðugt var at gera lógarbroytingar, so landsstýrisfólkið kundi hækka aldursmarkið og áramálið fyri starvsroyndir, tí vinnan bar ótta fyri, at fakligu krøvini í yrkisútbúgvingunum fóru at minka.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Higartil eru førleikametingar gjørdar í útbúgvingum hjá skrivstovufólki, føðsluatstøðingum, kokkahjálparum, húsasmiðum, skipsatstøðingum, heilsuhjálparum og námsfrøðihjálparum.

Eisini eru førleikametingar gjørdar í sambandi við, at miðnámsskúlalærarar hava tikið námsfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum, sigur landsstýrismaðurin.

Lítið arbeiðsloysi

Millum annað sera lítla arbeiðsloysið ger, at tørvurin á at spyrja um førleikameting, ella lata seg førleikameta, er ikki so stórur.

Endamálið við lógini um førleikameting er at geva fólki, 25 ár og eldri, í sambandi við útbúgving ella arbeiði møguleika fyri førleikameting, sum tekur atlit at øllum førleikum.

Tað eru førleikar, sum eru viðkomandi fyri at fara undir ávísa útbúgving ella arbeiði.

Støði skal takast í førleikum, sum eru fingnir í skúlaskipan, arbeiðslívi, frítíðarvirksemi ella á annan hátt.

Fyrstu førleikametingarnar vóru fyrireikaðar í 2018, tá 15 skrivstovufólk á almennum stovni søktu um at vera førleikamett. 

11 teirra vóru førleikamett í 2019 og fingu prógv sum skrivstovufólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493