Visit Faroe Islands vil hava fleiri súkklarar til Føroya

Visit Faroe Islands vil hava fleiri súkklarar til Føroya
Føroyar eru vorðnar betur egnaðar at súkkla í, heldur Visit Faroe Islands, sum vil hava fleiri útlendskar súkklarar til landið.
 
03.07.2025 - 10:39

Ímynda tær Jonas Vingegaard stríða seg niðan á Sornfelli.

Ella Tadej Pogajar koma súsandi oman av Heltnini.

At síggja júst hesar báðar professionellu súkklararnar á føroysku vegunum er kanska utopi; men at síggja fleiri útlendingar taka súkkluna við til Føroya er kanska ikki so langt frá veruleikanum.

Í øllum førum hava tey á Visit Faroe Islands upplivað alsamt størri áhuga fyri súkkluferðum til Føroya. Fleiri fyrispurningar eru komnir frá ferðaskrivstovum, sum ynskja at bjóða slíkt til síni ferðafólk, sum koma til Føroya.

Økti áhugin hevur fingið Visit Faroe Islands at gera nakað við tað.

Ein súkklufilmur er gjørdur, og átta súkkluleiðir eru lagdar út á heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands.

Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, vitjaði Summarmorgun.

1751998

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590