Teistin ger eykatúr við jóansøkugestum í kvøld

Teistin ger eykatúr við jóansøkugestum í kvøld
Smyril er fullsettur, og hann ger ongan eykatúr
Teistin hevur verið ein túr á Krambatanga við matvørum, og í kvøld ger hann eykatúr av Havnini til Suðuroyar við ferðafólki.
Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík  
 
20.06.2025 - 12:51

Jóansøka er um vikuskiftið, og nógv fólk hava ætlað sær til Suðuroyar við Smyrli.

Men hann er fullsettur, og Smyril ger ongan eykatúr, tí ferðaætlanin er frammanundan so trong.

Í staðin fer Teistin at gera eykatúr við ferðafólki í kvøld, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni. 

Teistin hevur longu verið ein túr á Krambatanga við við matvørum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20062025_Teistin_eykatur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590