Stórar sparingar í almenna rakstrinum næstu árini

Stórar sparingar í almenna rakstrinum næstu árini
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at neyðugt verður við nýskipanum, men semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu átøkini
Frá tíðindafundinum, tá Ruth Vang, landstýriskvinna, legði uppskotið um játtanarkarmar fram í vár.
Mynd: Bárður Veihe  
 
20.06.2025 - 12:20

Sparast skal í almenna rakstrinum.

Tað stendur í játtanarkørmunum, sum eru grundarlagið undir fíggjarlógini næstu árini.

55 milliónir krónur skulu finnast í 2026, 90 í 2027 og 125 milliónir í 2028. 

Landsstýrið hevur longu funnið 72 milliónir í ár.

Men tað er ikki bara næstu trý árini, at sparast skal í almenna rakstrinum.

Sambært játtanarkørmunum skulu 160 milliónir sparast í 2029 og 195 milliónir í 2030.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at so stórar sparingar krevja nýskipanir.

Sjálv hevur hon nøkur boð upp á  nýskipanir, men Ruth Vang leggur dent á, at semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu átøkini, sum hon nevnir í innslagnum, men at tey standa fyri hennara egnu rokning:

 

20062025_Ruth_og_sparingar

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074