Iran vil ikki samráðast, meðan Ísrael bumbar

Iran vil ikki samráðast, meðan Ísrael bumbar
Evropeiskir uttanríkisráðharrar hitta iranska starvsbróðurin í dag
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, ger greitt, at ongar samráðingar vera, meðan Ísrael bumbar Iran.
 
20.06.2025 - 14:45

Iranski uttanríkisráðharrin,  Abbas Araghchi, fer í dag at hitta uttanríkisráðharrarnar í Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi og uttanríkisleiðaran í ES, Kaju Kallas, í Geneve í Sveis.

Væntandi fara evropeisku uttanríkisráðharrarnir at heitta á Araghchi, um at linka stríðið millum Iran og Ísrael og taka kjarnusamráðingarnar við USA upp aftur. 

Iranski uttanríkisráðharrin hevur frammanundan gjørt greitt, at Iran undir ongum umstøðum er fyrireikað til samráðingar, so leingi Ísrael heldur fram við álopum sínum.

Støðan millum Iran og Ísrael er framvegis spent. 

 

Ísrael lopið á Teheran

Ísrael hevur aftur í nátt hevur framt fleiri álop á iranska høvuðsstaðin, Teheran. Álopini eru framd móti ídnaðarligum økjum, sum vera brúkt til at gera rakettir. 

Eisini leyp Ísrael á felagsskapin SPND, sum sambært Ísrael sjálvum og USA er við í menningini av kjarnorkuvápnum í Iran.

SPND er partur av iranska verjumálaráðnum og er ein felagsskapur, sum tekur sær av verjumenning og gransking, skrivar Reuters.

 

 

David Lammy. (Mynd: BBC)

 

Diplomatisk loysn

Hóast kríggið leikar á, væntar bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, at tað ber til at finna eina diplomatiska loysn.

Tað skrivaði hann í stuttari fráboðan í gjárkvøldið eftir at hava havt fund við amerikanska starvsbróður sín, Marco Rubio.

Men, legði hann afturat, støðan í Miðeystri er vandafull, og vit eru púra avgjørd um, at Iran ongantíð má sleppa at hava kjarnorkuvápn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388