Íløgurnar hjá Bakkafrosti verða 1,3 milliardir minni næstu árini

Íløgurnar hjá Bakkafrosti verða 1,3 milliardir minni næstu árini
Minni peningur er eftir íløgur, og ein orsøk er, at laksaprísurin er fallin
Bakkafrost ætlar at byggja tvey nýggj skip. Annað skal vera størri enn verandi Bakkafossur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2025 - 13:12

Íløgurnar hjá Bakkafrosti næstu fimm árini vera 1,3 milliardir kr. minni enn í gomlu íløguætlanini.

Tað var upplýst, tá Bakkafrost skipaði fyri íleggjaradegi fyrr í vikuni.

Bakkafrost ætlar at gera íløgur fyri fimm milliardir kr. næstu árini.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at Bakkafrost hevur minni pening eftir til íløgur nú, og ein orsøk er, at laksaprísurin er fallin. 

 

 

Regin Jacobsen. 

 

Tangi til livandi fisk og nýggj skip

Ein av stóru íløgunum í nýggju ætlanini er at byggja stóran tanga til livandi fisk við virkið á Bakka, og hann skal byggjast uttanfyri verandi virki, yvir ímóti bátahylinum og út á Skálafjørðin. 

Eisini arbeiðir Bakkafrost við at byggja tvey nýggj skip.

Annað verður størri enn verandi Bakkafossur, og hitt verður á stødd við Bakkafoss. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20062025_Bakkafrost


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074