Dømdur fyri stuldur við sjálvavgreiðslukassa í Bónus-handlum

Dømdur fyri stuldur við sjálvavgreiðslukassa í Bónus-handlum
Maðurin hevur fingið 20 daga treytaða fongsulsrevsing, og hann skal eisini gera samfelagstænastu í 40 tímar
 
20.06.2025 - 11:22

Fyri fyrstu ferð hevur Føroya rættur avgjørt eitt mál um stuldur við sjálvavgreiðslukassa í matvøruhandli.

Ein 47 ára gamal maður fekk í gjár 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri ikki at skanna vørur fyri næstan 15.500 kr.

Hann skal eisini gera samfelagstænastu í 40 tímar.

Stuldurin, sum var í tíðarskeiðinum 16. oktober í fjør og til 18. januar í ár, var, sambært ákæruritinum, í trimum Bónushandlum í Havn og í Hoyvík. 

 

Hevur goldið peningin aftur

Maðurin játtaði seg sekan og hevur goldið handlunum pengarnar, sum hann er dømdur fyri at hava stolið vørur fyri.

Tað er ikki óvanligt, at fólk snýta við sjálvavgreiðlurnar, tá tey skanna vørur, vísa vakmyndatól.

Men tey, sum vera tikin fyri at stjala upp til 8.000 kr., fara ikki í rættin.

Tey fáa sekt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074