Bústaðir selja nýggjar íbúðir í Havn sum lutaíbúðir

Bústaðir selja nýggjar íbúðir í Havn sum lutaíbúðir
Fólk, sum búgva hjá Bústøðum, ella eru uppskrivað hjá bústaðarfelagnum, fáa framíhjárætt at ogna sær ein lut
Bústaðir hava bygt 44 íbúðir við Dalavegin.
Mynd: Bústaðir  
 
20.06.2025 - 13:58

Nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava bygt við Dalavegin í Havn, verða seldar sum lutaíbúðir, boða Bústaðir frá í dag.

Talan er um 44 bústaðareindir í ymiskum støddum..

Tær hava kostað tilsamans umleið 169 milliónir kr. at byggja.

Nú íbúðirnar verða seldar sum lutaíbúðir, verður kostnaðurin býttur í 44 partar, har atlit eru tikin at stødd, innrætting, staðseting, útsýni o.s.fr.

Prísirnir eru ávikavist 2,75 milliónir, 2,85 milliónir, 2,875 milliónir, 4,1 millión, 4,5 milliónir og 4,9 milliónir krónur.

Fólk, sum búgva hjá Bústøðum, ella eru uppskrivað hjá bústaðarfelagnum, fáa framíhjárætt at ogna sær ein lut.

Lutaíbúðirnar, sum ikki eru seldar um tríggjar vikur, verða settar alment til sølu, siga Bústaðir í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074