Veljarakanning: Moderaterne stóra afturgongd

Veljarakanning: Moderaterne stóra afturgongd
Politiski flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, fær stóra afturgongd í nýggjari veljarakanning, sum Megafon hevur gjørt.
Lars Løkke Rasmussen
 
19.06.2025 - 20:15

Politiski flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, fær stóra afturgongd í nýggjari veljarakanning, sum Megafon hevur gjørt.

Flokkurin hevði bert fingið 3,3 prosent av atkvøðunum, um val var í dag, og hevði sostatt verið minsti flokkur í Fólkatinginum, tí Borgernes parti og Alternativið koma ikki uppum tinggáttina í nýggju kanningini. 

Moderaterne fingu á valinum í 2022 9,3 prosent av atkvøðunum. 

- Tað er ongantíð jaligt, at veljarar flýggja, sigur politiski greinari Morten Nielsen við TV2. 

- Løkke má vóna, at botnurin er náddur. Tí er hann ikki tað, kann tað gerast sera vandamikið fyri flokkin. Tinggáttin er hættisliga nær, og í næstu viku kemur út enn ein bók um Moderatarnar, og sum fleiri í flokkinum er fjálturstungin um, sigur politiski greinarin.

Sambært kanningin fær Sosialdemokratiski flokkurin eisini afturgongd, 5,3 prosent, og hevði fingið 22,2 prosent av atkvøðunum um val var í dag.

Hinvegin hevur Sosialistisk folkeparti 5,9 prosent framgongd, Dansk folkeparti og Liberal alliance, har Sólbjørg Jacobesen er virkandi forkvinna, hava bæði 4,1 prosent framgongd, og Det konservative parti hevur 2 prosent framgongd, sambært veljarakanningini, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074