Spania vil ikki rinda fimm prosent av BTÚ til verjuna

Spania vil ikki rinda fimm prosent av BTÚ til verjuna
Spanski forsætisráðharrin sigur, at kravið er ikki sambæriligt við spanska vælferðarsamfelagið
Pedro Sanchez er forsætisráðharri í Spania.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2025 - 14:38

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hevur sent aðalskrivaranum í Nato, Mark Rutte, bræv, har hann heitir á Nato, um at sleppa Spania undan kravinum um at hækka játtanina til verjuna upp í fimm prosent av BTÚ.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, vildi í gjár ikki siga, um hann tekur undir við nýggja málinum hjá Nato.

Eftir fund, sum norski uttanríkisráðharrin hevði við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, í gjár, sendi Rubio út tíðindaskriv, har hann takkaði Noregi fyri at taka undir við fimm-prosent málinum.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, sigur, at fimm-prosent-málið, sum USA hevur skotið upp, er "ósambærligt við okkara vælferðarsamfelag og okkara visjón fyri heimin".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074